Ferðavinnan í Føroyum vindur alsamt meiri upp á seg. Hagstovan sigur, at fyrsta ársfjórðing í ár vóru 21.478 gistingar í gistingarhúsum kring landið. Tað eru 935 ella 4,6 prosent fleiri enn sama tíðarskeiði í fjør.
Tey flestu ferðafólkini eru donsk, tí fyrsta ársfjórðing í ár vóru 7.545 donsk ferðafólk í Føroyum og tað eru 18,9 prosent meiri ann í fyrsta ársfjórðingi í fjør.
Men tað eru eisini nógvir føroyingar, sum ferðast í egnum landi, tí tað er næststørsti bólkurin av ferðafólki. Fyrsta ársfjórðing í fjør gistu 7.414 føroyingar á gistingarhúsum kring landið, og hóast tað er nógv, er tað 7,5 prosent minni enn í fjør.
Men umframt danir og føroyingar, Danmark, sum eru nógv teir størstu bólkarnir, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga teim trimum norðurlondunum Noregi, Svøríki og Íslandi, men eisini Bretlandi, Týsklandi og Norðuramerika.
Lutfalsliga hava eisini nógv fleiri ferðafólk Norðuramerika, Noregi, Íslandi, Finnlandi, Fraklandi og Spania, verið í Føroyum í ár. Men Hagstovan sigur, at tað er eisini merkisvert hvussu nógv fleiri ferðafólk koma higar úr londum í Asia og Afrika.
Fyrsta ársfjórðin vóru 105 ferðafólk úr Afrika her, og tað eru 138,5 prosent meiri enn í fjør. Og fyrsta ársfjórðing í ár vóru 377 ferðafólk úr londum í Asia her, og tað eru 34,2 proent meiri enn í fjørð.
Hinvegin var stór minking úr Týsklandi, har gistingarnar minkaðu niður í helvt, og úr Bretlandi við einum fjórðingi.
Viðmerkjast skal, at er er bara talan um gistingar í gistingarhúsum. Tølini fyri tey, sum leiga hús og kømur privat, og tey, sum eru her við húsvognum, eru ikki nóg fullfíggjaði, sigu Hagstovan.