Fleiri tikin fyri yvirgangsætlanir í Danmark

Danska løgreglan hevur tikið fleiri fólk í nátt, tí illgruni er um, at tey høvdu ætlanir um yvirgang við spreingievnum Danska løgreglan hevur í nátt tikið fleiri fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um yvirgangsatsóknir við spreingievnum.

Tað var fregnartænastan hjá løgregluni, PET, sum stóð fyri átakinum í nátt, og í einum tíðindaskrivi í morgun verður sagt, at fleiri fólk eru tikin á Keypmannahavnarleiðini í nátt, eftir at myndugleikarnir hava hildið eyga við teimum eina tíð.

Sambært danska útvarpinum hava fólk hjá PET verið í einari íbúð í Isjøj, og løgreglufólk og fólk hjá tilbúgvingini hava staðið á varðhaldi uttan fyri íbúðina í morgun.

PET fer at halda tíðindafund fyrrapartin um átakið í nátt.