Fleiri túsund flýggja í Sýrialandi

Næstan 10.000 palestinar eru í morgun flýddir úr einari flóttafólkalegu í sýriska býnum Latakia, eftir at sýriskir trygdarhermenn hava skotið eftir leguni. Eygnavitni siga fyri sjónvarpinum Al-Jazeera, at í minsta lagi trý fólk doyðu, tá trygdarhermenninir skutu við granatum inn í Latakia tíðliga í morgun. Í gjár doyðu minst 30 fólk í álopunum.

Tað er ST, sum rekur flóttafólkaleguna í Latakia, og ST-talsmaðurin Chris Gunness, sigur, at millum 5.000 og 10.000 palestinar eru flýddir úr leguni. Samstundis hava eygnavitni greitt frá, at tær sýrisku trygdardeildirnar fara sera harðliga fram í Latakia.

Royndirnar hjá Bashar al-Assad, forseta og stýri hansara at berja uppreisturin niður hava gjørt, at støðugt fleiri lond venda sýrisku leiðsluni bakið. Í gjár bóðu myndugleikarnir í Jordan sýriska forsetan steðga teirri harðrendu framferðini hjá trygdardeildunum.