Seinastu tveir dagarnar hevur ein Facebook-kapping um ein húsvogn gingið sum heitt breyð millum bæði danir og føroyingar. Tú hevur óivað sæð myndirnar av lítla gráa húsvogninum, og kanska hevur tú enntá deilt uppslagið við vón um at vinna hetta mobila heimið frá "Mit Tiny Home".
Men tú kanst gott gloyma alt um at vinna nakran húsvogn gjøgnum donsku síðuna “Mit Tiny Home”, tí hetta er tað reina svikarí.
Hetta veit Newsbreak.dk at siga, sum hevur sett seg í samband við veruligu framleiðararnar av hesum húsunum, Modern Tiny Living. Amerikanska fyritøkan sigur við Newsbreak, at tey kenna væl til donsku Facebooksíðuna og hava meldað hana til Facebook fleiri ferðir.
Men slíkt svikarí er ein effektivur máti at fáa nógv likes til eina Facebooksíðu uppá. Tí ein Facebooksíða við fleiri túsund fylgjarum hevur eitt stórt virði, og hesa kunnu bakmenninir selja víðari.
So um tú hevur deilt hetta uppslagið í gjár, fyrradagin ella í dag, kanst tú gott kallað teg snýttan.
Tað tekur ikki langa tíð at síggja, um ein Facebook síða er eftirfarandi ella ikki. Á síðuni hjá Mit Tiny Home var dagføringin við gráa húsvogninum tað einasta, sum var komið út á síðuni, og eingin kunning um “felagið” var at finna á síðuni.
Í gjárkvøldið varð uppslagið deilt um 24.000 ferðir. Men í dag er danska síðan Mit Tiny Home ikki at finna á Facebook longur, so hon er ivaleyst uppdagað av Facebookmydugleikunum og tikin burtur.









