Hjá monnunum skulu øll liðini, sum stríðast um at koma í FM-finaluna, í eldin í kvøld. VÍF, sum liggur deildum øðrum plássi við Neistanum, vitjar StÍF kl.18.30, meðan Neistin kl.20 fær vitjan av H71, sum liggur tvey stig aftanfyri. H71 hevur tó leikt tveir dystir færri.
Hjá kvinnunum verður satt oddabrak á Hálsi kl.18.30, tá ið oddaliðið Neistin fær vitjan av Stjørnuni, sum liggur nummar tvey. Vinnur Stjørnan ikki í kvøld, hevur VB fríggjakvøldið møguleikan at leggja seg undir liðina á teimum, tá ið tær fáa vitjan av Kyndli.
Hin fjórði dysturin í kvøld verður botnuppgerðin í SunSet-deildini ímillum StÍF og VÍF. Hann verður leiktur á Skála kl.20.