So hvørt sum motorsúkklurnar verða alt meira tekniskt framkomnar og flottar, verða tær eisini tryggari at koyra. Eisini verður nógv verður gjørt burturúr komfortinum.
Fleiri av motorsúkklunum frá Suzuki, sum er ein av heimsins størstu motorsúkkluframleiðarum, hava nú ABS-bremsur.
Antilock Brake System (ABS) hevur stóran týdning fyri trygdina. Við bremsum ið ikki blokera, læsast hjólini ikki undir eini uppbremsing. Tí missir førarin ikki tamarhaldið á súkkluni og kann stýra uttan um eina og hvørja forðing, hóast hann bremsar samstundis.
Málsetningurin hjá Suzuki er at gera tær mest framkomnu motorsúkklurnar, bæði hvat designi, teknikki og trygd viðvíkur. Suzuki hava annars eitt sera stórt programm við nógvum ymiskum útgávum av motorsúkklum í teimum ymisku ketegoriunum.
Sum dømi kunnu vit nevna Suzuki GSF 650 S AK7 Bandit (kr. 76.138), GSF 1250 S AK7 Bandit (kr.95.600), DL 650 K7 (kr. 79.995) og GSF AK7 (kr. 67.983), sum allar hava ABS-bremsur.
Anders Berg, frá MC-Sølan í Skemmingsgøtu í Havn, sigur, at tað eru alt fleiri sum velja sær súkklur við ABS-bremsum, tí at tær eru munandi tryggari at koyra.
Anders heldur, at hetta er bert byrjanin. Vit kunnu rokna við at nógvar av trygdarskipanunum, sum eru at finna í nútímans bilum, eisini verða standard í motorsúkklum.
mg