Hondbóltur
Hóast hondbóltskappingin er ung, er longu talan um sera áhugaverdar uppgerðir á bæði mans- og kvinnusíðuni um vikuskiftið.
Ikki minst í høllini á Hálsi í Havn, har Neistin hevur tveir heimadystir.
Kvinnurnar hjá Neistanum tykjast ikki medda eins høgt í ár, sum tær so ofta áður hava gjørt, men hinvegin plaga tær altíð at vera í ovara endanum, tá mest stendur á. Tað ætlar Stjørnan sær heilt víst eisini, og tí er talan um veruliga styrkisroynd hjá Neistaliðnum, ið hevur verið fyri hampuligari stórari útskifting síðani í fjør.
Hjá monnunum byrjaði Neistin árið við at vinna á meistarunum úr H71. Samstundis vann VÍF sannførandi sigur á grannunum úr KÍF, og tí er talan av álvara um styrkisroynd, tá VÍF vitjar.
Tað er tað eisini á Skála, har StÍF tekur ímóti H71, meðan uppgerðin millum KÍF og Kyndil longu nú líkist eini uppgerð millum tvey av veikaru liðunum í deildini.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Vestmanna, har unga VÍF-liðið tekur móti meistarunum úr Tjaldri. Seinasta vikuskiftið spældi VÍF á útivølli móti steypavinnarunum úr Stjørnuni, so talan er á ongan hátt um nakra serliga lætta byrjan upp á kappingarárið hjá VÍF.