Fleiri styrkiroyndir

Hóast talan bert er um fyrsta umfar í Atlantic Airways-kappingini, so er talan longu nú um tríggjar veruliga styrkiroyndir

Hondbóltur

 

Tað er enn hampuliga óvist, hvussu væl fyri ymsu liðini í føroysku manskappingini í hondbólti eru. Men uttan iva fæst partvíst svar upp á hetta, tá fyrstu dystirnir verða bríkslaðir ígongd sunnudagin.

Á Hálsi í Havn er grannauppgerð millum Kyndil og H71. Tann dysturin plagar ikki ganga serliga friðarliga fyri seg, og lítil ivi er um, at bæði Kyndil og H71 vilja nýta høvið til at prógvað, at tey avgjørt skulu teljast við í oddinum í ár.

Tað vilja VÍF og meistararnir úr Neistanum helst eisini, og tí kann talan lættliga gerast um satt brak, tá blást verður í gongd í Vestmanna.

Seinasti dysturin verður í Kollafirði, har KÍF tekur móti StÍF, og eisini her er talan um styrkiroynd millum tvey lið, sum ikki verða roknað millum favorittarnar, men sum tó avgjørt hava dygdirnar til væl og virðiliga at arga øll av hinum. Dysturin í Kollafirði er annars fluttur til klokkan 18, soleiðis at fólk á Kollfjarðarleiðini í friði og náðum kunnu fylgja við, hvussu leikur fer, tá fótbóltsliðið hjá EB/Streymi skal royna at vinna sær gullið frá verandi føroyameistarunum úr NSÍ.