Uppstilling
Hóast allir listarnir til kommunuvalið í Gøtu enn ikki eru lidnir, tykist greitt, at fleiri av bygdaráðslimunum í Gøtu bygdaráð fara ikki at stilla uppaftur á valinum komandi.
Sosialurin hevur frætt, at millum tey, sum ikki ætla sær at stilla uppaftur, eru Andrias Petersen og Pauli Jarnsskor, sum eru valdir á javnaðarlistanum, Jóan Petur Olsen, sum er valdur á sambandslistanum og Sigvør Laksá, sum er vald á fóllaflokslistanum.
Oluffa Joensen varð vald á uttanflokkalistanum seinast, men stillar hesaferð upp á javnaðarlistanum.
Steintór Jacobsen, sum er næstformaður í Gøtu bygdaráð, stillar eisini uppaftur. Hann varð valdur á fólkaflokslistanum á seinasta vali.
Eftir er nú Haldóra Ranghamar, sum er borgarstjóri í Gøtu. Hon varð vald á sambandslistanum seinast, men enn er hesin listi ikki liðugur.
Tað hevur ljóðað, at hon ætlar sær ikki at stilla uppaftur á valinum komandi, men hetta er eftir øllum at døma ikki rætt.
Helst við aftur
Haldóra Ranghamar sigur, at hon hevur ikki frætt frá sambansfelagnum enn, men hon væntar, at listin verður liðugur skjótt.
Spurd, um hon letur seg stilla uppaftur, sigur hon, at tað verða tey, sum koma á uppstillingarfundin, ið taka støðu til hetta.
- Eg havi ikki tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur, sigur Haldóra Ranghamar, borgarstjóri í Gøtu, í stuttari viðmerking.