POLITIKKUR
Ólavsøkan nærkast, og sambært tingskipanini skal Løgtingið koma saman ólavsøkudag kl. 13, tá næsta tingseta byrjar.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, væntar, at nógv stórmál skulu viðgerast og avgreiðast í heyst.
Tingsetan byrjar sum kunnugt við, at løgmaður heldur sína árligu løgmansrøðu. Av góðum grundum vita vit ikki, hvørji mál, løgmaður og hansara landsstýri hava valt at seta út í kortið, tí undan ólavsøku sita løgmaður, umsiting hansara og tey ymsu ráðini og viðgera tey mál, sum skulu við í løgmansrøðuna, ið skal snúgva seg um samfelagsgongdina, útlit, ætlanir og tílíkt.
Løgtingsformaðurin kennir tí enn ikki øll málini, ið helst verða løgd fram fyri tingið, tá tingsetan byrjar, men hann hevur hoyrt um nøkur mál í fjølmiðlunum, sum hann tekur til. Hann fær tó ein lista frá Landsstyrinum eftir løgmansrøðuna við hesum málum.
Visjón 2015 og fiskidagar
Sjálvur væntar Edmund Joensen, at nøkur av stórmálunum, sum koma at fylla nógv í tingsetuni verða tillagingarmál ella lógartillagingar í sambandi við Visjón 2015. Eftir at løgmansrøðan er viðgjørd mikudagin og hósdagin í næstu viku, verður 1. viðgerð av uppskoti um vinnuligan fiskiskap. Her verða tann nógv umrødda fiskidagaskipanin viðgjørd, og hetta fer helst at taka fitt av tíð. Um viðgerðin av løgmansrøðuni ikki er liðug eftir hetta, verður hon helst tikin upp aftur eftir orðaskiftið um fiskidagarnar. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin í fígggjarmálum, Bárður Nielsen, róð framundir, at pensjónsskipanir skulu broytast. Eitt nú hevur verið frammi, at heili 15 % skulu gjaldast til pensjón, og eitt slíkt mál væntar Edmund Joensen eisini fer at fylla nógv í løgtingsorðaskiftinum.
Harafturat hevur síðani 1998 verið arbeitt við yvirtøkuni av Fólkakirkjuni, og nú frættist úr Mentamálaráðnum, at lógaruppskotini til hesa yvirtøkuna eru klár at leggja fyri tingið, og hetta kann eisini koma at taka drúgva tíð, metir løgtingsformaðurin.
Tá slík mál verða løgd fyri tingið, avtalar formansskapurin í tinginum við Landsstýrið, hvussu uppbýtið av slíkum málum skal vera, tí um alt kemur í senn, verður formansskapurin noyddur at prioritera.
Mál, ið verða løgd fyri tingið skulu eisini hava eina ávísa framløgutíð í m.a. nevndum.
- Máini skulu vera íligin, sum Edmund Joensen tekur til.
Óljóð í tinginum
Onkuntíð hevur verið funnist, at tað er heldur nógvur ófriður í tinginum. Spurdur, um hetta er nakað, sum merkir tingarbeiði, sigur Edmund Joensen, at tað ger tað hvønn dag, men hóast tað meira enn so kemur fyri, at ringt verður við klokkuni, tá smáfundir eru millum tingfólk, so er talan um vaksin fólk og tí er trupulleikin ikki størri enn so, sigur tingformaðurin.
Hinvegin er akustikkurin í nýggja tingsalinum øðrvísi, enn hann var í tí gamla. Áður var eitt nú teppi á gólvinum, men nú er bert træ. Tingsalurin er eisini harður, av tí at bert jarn og træ eru í rúminum, so tað er skjótt, at hvørt óljóð hoyrist.
Onkuntíð hevur verið tosað um at útvega ljóðdoyvarar til tingsalin, men eingin ítøkilig ætlan er tó um hetta.
MYNDATEKSTUR
Um viðgerðin av løgmansrøðuni ikki er liðug eftir ta ásettu tíðina, verður hon helst tikin upp aftur eftir orðaskiftið um fiskidagarnar