NAFF
Fyrireikingarnar til stóru altjóða fiskivinnustevnuna, North Atlantic Fish Fair, sum verður í høvuðsstaðnum í døgunum 3.-5. mai, ganga sum ætlað, og nú er stevnan fullteknað.
Dánjal Petur Hansen, samskipari, sigur, at talið av framsýnarum í ár verður á leið tað sama sum í fjør, men mynstrið verður eitt sindur broytt, tí hesaferð fara vit at síggja fleiri stórar felags básar.
Framsýnararnir eru einir 200 í tali úr Føroyum og útlandinum.
- Nakrir básar verða størri, enn vit áður hava sæð, og soleiðis er mynstrið nakað broytt, men framsýningin hesaferð verður ikki minni áhugaverd enn áður.
Felags básar
Samskiparin sigur, at íslendskar fyritøkur fara at hava ein stóran bás, umframt at íslendsk feløg eisini fara at hava einar 3-4 aðrar stakar básar.
Ein stórur danskur básur verður við fleiri framsýnarum, og soleiðis verður eisini við Tórsahavnar Skipasmiðju, sum fer at hava fleiri veitarar á sínum bási. Men tað er ikki bara Tórshavnar Skipasmiðja av føroysku fyritøkunum, sum hevur ymiskar veitarar undir sínum “hatti”. Tað fer trolvirkið Vónin eisin at hava, og hetta eru fyritøkur, sum Vónin samstarvar við.
Høvuðsframsýningin hjá North Atlantic Fish Fair verður sum kunnugt í stóru høllini hjá Poul Mohr á Hjalla.
Flótandi framsýning
- Men hesaferð fara vit eisini at skipa fyri eini “flótandi” framsýning í Vágsbotni, har bátar fara at liggja við ymiskum tólum. Ætlanin er, at fólk við áhuga fyri sigling og sjóvinnu skulu kunna royna bátar og útgerð. Hetta verða í høvuðsheitum bátar og útgerð, sum føroyskar fyritøkur umboða.
Dánal Petur Hansen sigur, at økið í Vágsbotni eisini verður tað hugnaliga staðið, sum hann tekur til – staðið, har fólk kunnu vitja og hugna sær, tá dagurin á Hjalla fer at halla.
- Í Vágsbotni verður eitt tjald sett upp, har høvi verður at keypa ymiskan mat, sum serliga hevur tilknýti til havið, og tað verður Hotel Føroyar, sum kemur at standa fyri matgerðini og skeinkingini, bæði á Hjalla og í Vágsbotni.
Á Hjalla verður ein rímiliga góð matstova umframt einar tvær smærri kaféir, har fólk kunnu seta seg niður og fáa sær ein kaffimunn og okkurt afturvið.
- Hetta er fyrstu ferð, at vit fáa høvi at hava skeinking á stevnuni, og skulu vit hava skeinking, skal tað verða ein veitari í økinum, sum stendur fyri hesum.
Leggur eftir seg
Dánjal Petur Hansen sigur, at enn dugir hann ikki rættiliga at siga, hvussu nógvir útlendingar fara at leita higar sum framsýnarar og eygleiðarar, men hotellini í býnum eru fult bookað, og leitað verður nú eftir húsum, sum fólk kunnu búgva í.
- Á framsýningini fyri tveimum árum síðan hevði North Atlantic Fish Fair umleið 11.000 vitjanir, og tá eru fólk, sum vitjaðu á stevnuni allar tríggjar dagarnar, roknaði sum trý vitjandi.
Samskiparin sigur, at tilsamans er talan helst um fleiri miljónir krónur, sum útlendsku og føroysku framsýnararnir og tey vitjandi leggja eftir seg.
- Aftrat hesum kemur so tað, sum tey, ið við eru, við tíðini kunnu fáa burtur úr, bæði beinleiðis og óbeinleiðis, sigur Dánjal Petur Hansen.










