Spurningur til Miðflokkin: Flokkurin førir fram, at landsstýrið hevur gjørt ein stóran feil við at hava yvirskot á fíggjarlógini, tí so taka danir blokkstuðulin frá okkum. Sagt verður eisini, at yvirskotið á fíggjarlógini er orsøk til, at danir geva føroyingum so stutta skiftistíð.
Merkir hetta, at Miðflokkurin leggur dent á, at vit altíð nýta allan peningin úr Danmark og yvirskotið á fíggjarlógini beinanvegin, fyri at prógva fyri dønum, at vit hava tørv á stórari ríkisveiting?
Spurningur til Javnaðarflokkin: Formaður floksins er vorðin skuldsettur fyri, at tað er hann, sum saman við Poul Nyrup leggur til rættis donsku samráðingarætlanina. At tað er hann, sum tryggjar at stjórnin setur landsstýrinum so harðar treytir, at tað verður ringt at vinna eina fólkaatkvøðu um fullveldi.
Skuldsetingarnar byggja á orð, sum Poul Nyrup Rasmussen segði á landsfundi hjá danska Javnaðarflokkinum, tá hann beyð formanninum í føroyska Javnaðarflokkinum vælkomnum_.I skal vide her på kongressen alle sammen, at vi er i tæt kontakt med hinanden. At vi gør fra hver vores position alt for at hjælpe hinanden med at finde de fremtidsløsninger på det færøske samfunds forbindelser til det danske, som er så afgørende for os alle sammen_.
Hevur Javnaðarflokkurin nakrar viðmerkingar til hesar skuldsetingar?
Spurningur til samgonguflokkarnir:. Tosað verður nú um at skjóta út ígildissetingina av sáttmálanum við Danmark. Hvat merkir hetta, og hvørjar grundgevingar eru fyri hesum?
Fyri Hesuferð
Vár í Ólavsstovu