Fleiri spælarar á briksini

Føroyar-Lettland: Fýra spælarar hava snuddir at dragast við

Føroyska landsliðið hevði í dag sína næst seinastu venjing í Riga, undan landsdystinum móti Lettlandi fríggjakvøldið. Fýra mans hava snuddir, og flestu av spælarunum hava verið ein túr á massagubriksini. Lars Olsen, landsliðsvenjari, vónar tó, at allir spælararnir verða klárir til dystin.

 

Heini Vatnsdal vandi als ikki í dag, meðan Sonni Ragnar Nattestad bara hevur vant við í fyrru venjingini á túrinum. Bárður J. Hansen hevur trupulleikar við økslini, men verður væntandi klárur og vandi í dag. Fjórði maðurin er Sølvi Vatnhamar, ið fekk eitt spark móti TB.

 

Landsliðið vandi nakað uttanfyri miðbýin í Riga. Flestu av liðunum í Lettlandi spæla á graslíki, so tað hevur verið ein avbjóðing at finna ein grasvøll til landsliðið at venja á. Tí hevur talan ikki verið um framkomnar venjingarumstøður higartil, men í morgin venur landsliðið á Skonto leikvøllinum, har sjálvur dysturin eisini verður spældur.

 

Rás2 og In.fo fylgja dystinum beinleiðis fríggjakvøldið klokkan 19.45.