Fleiri smakkaðu sær á

Ølsmakking var á Rex í fríggjakvøldið. Havgrímur Johannesen sigur, at tiltakið varð væl vitjað, og at ølsmakking verður eitt afturvendandi tiltak.
Ølirnar vóru fleiri at velja ímillum. Sluppøl, Veðr, Classic, Black Sheep, og Stout rann úr hanunum í gjárkvøldið.
Havgrímur Johannesen aftanfyri Rex sigur, at fleiri fólk høvdu leitað sær niðan í náttklubban hetta kvøldið. Hann sigur, at líkandi tiltøk verða at síggja á staðnum í framtíðini.