Fleiri smátjóðir stóðu seg væl

Tað vóru ikki bert Føroyar, sum sendu ein hvøkk gjøgnum fótbóltseuropa mikukvøldið

Fótbóltur

 

Aftur í gjár var stórt fótbóltskvøld í HM-undankappingini, og fleiri staðni gjørdist talan um hálvar og enntá heilar sensatiónir.

Í bólki eitt kom Danmark so ruddiliga niður á jørðina, tá teir hálvsnávaðu á útivølli móti Albania. Tað sama mundi Svøríki gjørt móti stigaleysa Malta, men bara fimm minuttir fyri leiklok gjørdi Malta sjálvmál, og so er framvegis lív í svensku HM-vónunum.

Í bólki fimm steðgaði Armenia øllum belgiskum tosi um HM-luttøku, tá Belgia mátti stigaleyst heim, og í mini-uppgerðini millum Andorra og Kazakhstan, sum bæði hava tapt venjingardystir móti Føroyum, eydnaðist tað Kazakhstan at fara avstað við stigunum.

Men tað var nú ikki hjá øllum smátjóðum, at tað gekst somikið væl. Luxemburg tapti 7-0 móti Ísrael, og tølini vóru tey somu, tá San Marino vitjaði Kekkia.