Klaksvík:
Um hálvgum ellivu tíðuna mánakvøldið koppaði ein trailaravognur á ein annan, orsakað av tí nógva vindinum. Hetta vóru trailaravognar hjá Elmar Zachariassen. Teir plaga at standa á sandinum tætt við politistøðina, og har var sera nógvur vindur mánakvøldið. Ein triðji trailaravognur stóð eisini har, og tekjan í tí vogninum fekk nakað av skaða.
Fólk komu skjótt á staðið og tað tók ikki langa tíð, so var tamarhald á støðuni.
Norðuri á Helnabrekku koppaði eitt seyðahús, og í Hvannasundi koppaði ein arbeiðsskúrur.
Uppi við Borðoyarvík í Klaksvík liggur nógv órudd og leyst timbur og rekst uttanfyri timburdeildina. Hetta var til miklan ampa mánakvøldið, og sløkkiliðið mátti so fáa tað alt surrað fast, tí alt tað leysa feyk í nógva vindinum í millum húsini har uppi.
Kári Kjelnæs, leiðari hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið, fílist á, at tað liggur so nógv leyst uttanfyri har uppi, tí tað er ikki fyrstu ferð, at teir mugu festa alt møguligt uttan fyri timburdeildina.
- Eg veit væl, at tað er summar, og man kanska ikki væntar sovorðnan vind, men alt, sum liggur leyst úti, tá nógvur vindur er, er til miklan ampa fyri øll, sigur hann.
Meðan sløkkiliðið var úti mánakvøldið og royndi at hjálpa har tørvur var fyri tí, pippaði hjá teimum um, at eldur var í.
Eldur var komin í eini sethús við Stangarvegin. Húsini standa beint omanfyri eini onnur hús, sum eldur var í stutt framman undan Norðoyastevnu.
Eldurin var í kjallaranum. Maðurin lá og svav í erva, men hann vaknaði av øllum roykinum. Eldurin fekk ikki spreitt seg um alt húsið, tí hann var innilæstur, tíbetur. Tá sløkkiliðið kom á staðið var nógvur roykur, men teir fingu sløkt eldin eftir lítlari løtu. Húsini hava fingið nógvan roykskaða.
Hesin eldsbrunin var tann fimti hjá Klaksvíkar Sløkkiliðið innan fyri tær seinastu fýra ella fimm vikurnar. Tríggir hava verið í Klaksvík, ein á Viðareiði og ein í Hvannasundi.










