Lækkandi barnatalið kring landið sæst eisini aftur í talinum av næmingum í summum skúlum. Í fimm teirra er bert tann eini næmingurin
Í einum yvirliti yvir næmingar í teimum føroysku skúlunum, sum Mentamálaráðið hevur gjørt, fæst ein greið ábending um støðuna.
Ein av hesum skúlum er tann í Stóru Dímun, har bert tann eini næmingurin - ein genta - er í øllum skúlanum. Hesin næmingurin gongur í 2. flokki.
Ein annar skúli undir somu korum er tann í Fámjin. Hóast bygdin hevur staðið í vøkstri í fólkatali, sæst hetta ikki beinleiðis aftur í talinum av skúlanæmingum.
Hetta komandi skúlaárið er tískil bert tann eini næmingurin í Fámjins skúla. Henda gentan gongur somuleiðis í 2. flokki.
Í somu oyggj liggur bygdin Hov, sum eisini er vaksin í fólkatali, men sum altso bert hevur tann eina næmingin, - eina gentu sum júst er farin í 1. flokk.
Á eystastu oyggj okkara, Fugloy gongur ein einstakur næmingur - í hesum føri ein drongur - í 6. flokki í tí sum kallast Kirkju- og Hattarvíkar skúla.
Og á vestastu oynni, Mykines gongur ein genta í 5. flokki.
MYND: Hóast fólk eru ymisk á máli um týdningin av teimum smáu bygdarskúlunum, er lítil ivi um, at næmingarnir dáma væl sín bygdarskúla. Í bygdarskúlanum í Haldórsvík (myndin) eru 8 næmingar










