Fleiri skurðviðgerðir skulu vera í Klaksvík

Klaksvíkar Sjúkrahús verður framhaldandi bráðsjúkrahús fyri norðara part í Føroyum

 

Klaksvíkar sjúkrahús skal framhaldandi vera lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvís Eysturoynna og tað skal framvegis vera bráðsjúkrahús fyri Norðurføroyar.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú hon hevur hevur lagt eina frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu føroyska sjúkrahúsverkið skal mennast hesi næstu árini.

 

Hon sigur, at hetta merkir, at greiðar reglur skulu gerast fyri, hvørjar bráðviðgerðir kunnu vera í Klaksvík, og hvat verður gjørt aðrastaðni.

 

 

Les eisini: Alt bráðneyðugt skal gerast í Havn

 

 

– Umframt verandi virksemið, skal sjúkrahúsið fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, har sjúklingurin verður útskrivaður aftur sama dag, hann er innlagdur.

 

– Her verður millum annað hugsað um brokkskurviðgerðir og æðraknútar.

Somuleiðis skulu tilrættislagdar ortopediskar skurðviðgerðir vera í Klaksvík.

 

– Eisini verður umhugsað at gera enn fleiri kikarakanningar í Klaksvík, og tað merkir, at nakrar av hesum viðgerðum, sum í dag eru á Landssjúkrahúsinum, skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

Harumframt skal ein miðstøð fyri endurvenjing stovnast í Klaksvík, og endamálið við henni er at venja sjúklingar við seinheilaskaða og ryggmergskaða.

 

– Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við serfrøðingamiðstøð í Danmark, sigur Sirið Stenberg.

 

 

Les eisini: Ein leiðsla skal vera fyri øll trý sjúkrahúsini

 

 

Hetta verður gjørt soleiðis, at tann bráðneyðugi parturin verður í Danmark, men at sjúklingarnir síðani verða fluttir á Klaksvíkar sjúkrahús í einum samstarvi millum partarnar.

 

– So hvørt sum okkara serfrøði mennist, verða sjúklingarnir styttri og styttri uttanlands. Tað er somuleiðis eisini hugsanin, at sjúklingar verða fluttir frá Landssjúkrahúsinum til miðstøðina, tá tørvur er á tí, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon ætlar eisini, at kommunulæknaskipanin í Norðurøkinum skal samskipast við Klaksvíkar sjúkrahús á sama hátt sum hetta er gjørt á Suðuroyar sjúkrahúsi. Tað merkir, at tey skulu ikki longur koyra á Landssjúkrahúsið, eftir vanliga arbeiðstíð, men kunnu fara til lækna í Klaksvík.

 

Sirið Stenberg leggur eisini dent á, at tilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður ikki broytt.