Svimjihøllin er rættiliga væl umtókt millum klaksvíkingar. Hagtølini vísa, at eini 170 fólk vitja her hvønn dag, tá skúlabørnini eru tald við.
Men ynskið hjá nýggja leiðaranum er, at hetta talið skal vaksa nógv í framtíðini.
- Vit skuldu helst komið uppá eini 300 vitjanir um dagin, sigur hann.
Hann tók við hesum starvinum 1. oktober, eftir at hava starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í nøkur ár.
Longur opið
Í løtuni stendur svimjihøllin fyri eini stórari um- og útbygging. Tá henda verður liðug fáa tey vitjandi munandi betri umstøður at stuttleika sær í.
Ætlanin er at skipa tann nýggja partin soleiðis, at hann fer at líkna meiri einum baðilandi. Hetta er so bert ein partur av teim ætlanum, sum liggja fyri framman.
Torkil hevur nevniliga ætlanir um at skipa fyri ymiskum tiltøkum í og rundan um hylarnar í høllini. Ein ætlan í so máta er at skipa fyri til dømis familjudøgum og at bjóða til vatn-aerobic, sum er vælumtókt úti í heimi.
- Tað at svimja skal sjálvandi vera eitt njótilsi. Men hví ikki gera hetta til eina sosiala uppliving eisini?
- Tí ynski eg, at vit somuleiðis fáa sett upp borð og stólar. So kunnu tey vitjandi seta seg niður at práta eina løtu, meðan tey njóta ein kaffimunn, sigur Torkil.
Í dag hava skúlarnir fingið heystfrí, og tí er ætlanin at hava høllina opna longri í komandi viku.
Í hesum viðfangi verður høllin opin frá kl. 7 til 10 um morgunin og aftur frá kl. 15 til 20 frá týsdegi, eins og boðað er frá í lýsing í dagsins blaði. Óhugsandi er kortini ikki at hildið verður fram við hesum einaferð seinni.
- Haraftrat hækka vit hitan í hyljunum nakað í komandi viku. So her skuldi verið gjørligt hjá bæði børnum og vaksnum at fingið eina góða uppliving í svimjihøllini, sigur nýsetti leiðarin.