Norska blaðið VG skrivar frá eygnavitnum, at ein maður í løgreglubúna hevur latið fleiri skot av á oynni Utøya, har umleið 700 limir í ungdómsdeildini hjá Arbeiðaraflokkinum hava eitt tiltak.
-Vit verða álopin, segði eitt fólk á oynni við VG, áðrenn telefonin varð avbrotin. Ein annar sigur við Frederiksstad Blad, at fleiri fólk eru rakt.
Stúrt verður nú fyri, at fleiri fólk hava latið lív í álopinum. Eygnavitni hava sagt við NRK, at millum 5 og 10 fólk eru skotin til deyðis, men hetta er ikki váttað enn.
Servandir løgreglumenn hava handtikið ein mann á Utøya.