Fleiri skip landa í vikuni

- Fleiri línuskipini eru til fiskiskap, og onnur loystu um vikuskiftið. Flestu línuskip fiska tosk og hýsu, men onkur er, sum fiskar mest av longu og brosmu.
Fiskamarknaður Før­oya sigur, at fiskiskapurin hjá flestu línuskipum und­ir Føroyum er heldur smá­lig­ur, men onkur er, sum letur betri at.
- Vit vænta eini fimm ella seks línuskip inn at lan­da í dag. Hinvegin er meira ivasamt, hvussu verð­ur seinni í vikuni.
Eitt línuskip hevur verið á Flemish Kap og kem­ur inn at landa í dag. Tað er Váðasteinur, ið sum skilst hevur havt góða veiði á hesi fjarskotnu leið.
Tvey onnur línuskip eru á veg yvir á Flemish Kap, og her kann Sosial­ur­in leggja aftrat, at ann­að av hesum skipum er nýggi Klakkur, og hitt er Kamb­ur.
Flestu par­trolara­pør­ini fiska eystanfyri. Tey koma inn at landa, sum henda vikan gongur.
- Fiskiskapurin hjá fles­tu partrolarum er heldur smáligur, men onkur skip hava góðan fiskiskap. Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og ein fiskar svar­tkalva, kongafisk og blá­longu.
- Teir, sum fiska upsa, koma at landa í dag, men tann triði landar seinni í viku­ni.
Fiskamarknaður Før­oya veit at siga, at tríggir djúp­vatnstrolarar eru á Flemish Kap og fiska tosk. Teir frysta veiðina um­borð.