Mikudagin var garnaskipið, Ólavur Hvíti, við 14.000 pundum av havtasku, og sama dagin var Phoenix við 220.000 pundum av upsa.
Hósdagin, tá ið vit frættu, landaði Vesturskin 80.000 pund av kongafiski og upsa, og kl. 13 hósdagin skuldi Suðringur koma við 220.000 pundum av upsa. At enda í røðini kemur garnaskipið, Anita, í dag við 20.000 pundum av svartkalva.
Byrjaðu mikudagin
Bjarni Hansen, virkisleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at tey keyptu nakað av svartkalva í síðstu viku, og tá vóru nøkur fá fólk til arbeiðis, men verulig gongd kom ikki á aftur fyrr enn mikudagin í hesi vikuni, tá ið alt arbeiðsfólkið varð boðsent.
- Í løtuni hava vit nógvan fisk inni, so her verður ríkiliga at gera teir næstudagarnar, sigur Bjarni Hansen.