Fleiri skeið á handilsskúlanum

.

Skeiðtænasta Handilsskúlans hevur sent út ein bókling við hópin av skeiðtilboðum til leiðslur og starvsfólk í heyst.

Tað eru skeið í edv, máli, tænastuveiting, sølu, persónligari menning og leiðslumenning. Í skránni finnast eisini nýggj áhugaverd skeið sum t.d. skeið í starvsfólkamenning, søluskeið, Business English og Telephone Service in English.

STH átekur sær eisini at skipa fyri øðrum skeium, um áhugi er fyri tí. Fyritøkur, ið hava fleiri starvsfólk við sama útbúgvingartørvi, velja ofta eitt innanhýsis skeið. Innanhýsis skeið kunnu lagast eftir tørvi og ynskjum hjá fyritøkuni, og hesi skeið eru eisini bíligari.

Alt fleiri fyritøkur og stovnar hava ásannað, at neyðugt er við víðari útbúgving og menning av leiðslum og starvsfólki. Hetta sæst á vaksandi eftirspurninginum eftir skeiðum. Higartil í ár hava 46 skeið verið hildin á Handilsskúlanum, og o. u. 600 fólk hava luttikið á hesum skeiðum.