Fleiri siga ja

Í Noregi vísir ein nýggj meiningakanning, at fleiri norðmenn, sum hava ivast í limaskapi í ES, eru nú til reiðar at siga ja.

Av teimum, sum hava tikið støðu til spurningin um norskan limaskap í ES, siga 56 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri, var fólkaatkvøða nú. Hetta er heldur meiri enn í tilsvarandi kanningum í oktober og november, og kanningin vísir, at tað eru fleiri av teimum, sum tá ivaðust, sum nú eru til reiðar at atvkøða fyri limaskapi. Eisini sæst, at ein sættapartur av teimum, sum atkvøddu ímóti á fólkaatkvøðuni í 1994, høvdu atkvøtt fyri nú.

Tað eru serliga veljarar hjá Høgra og Arbeiðaraflokkinum, sum eru fyri limaskapi í ES, meðan veljarar hjá Sosialistiska Vinstraflokkinum, Kristiliga Fólkaflokkinum og Miðflokkinum siga nei.