Fiskamarknaður Føroya sigur, at tvey línuskip landa í dag. Bæði hava verið undir Íslandi og hava eina blanding av toski, brosmu, longu og so nakað av hýsu og blálongu.
Seinni í hesi vikuni koma væntandi eini fýra ella fimm línuskip aftrat inn at landa. Eitt av hesum roynir undir Føroyum og hevur mest av longu og brosmu, meðan hini skipini royna undir Íslandi.
Veiðan hjá skipunum undir Íslandi er serliga brosma, longa og toskur.
Um útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin er góður, og veðrið sær út til at gerast hampiligt. Tí verður vónað, at nakað av útróðrarfiski fer at koma upp á land, sum vikan gongur.
Djúpvatnstrolararnir eru allir á makrelveiði. Av partrolarunum eru tað bara fýra pør, sum í løtuni fiska upsa. Hinir allir fiska makrel. Eitt par kemur inn at landa í dag, og hini skipini koma helst seinni í hesi vikuni.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at ein trolbátur fiskar við lemmum, og veiðan hjá honum er ein blandingur av toski, longu og upsa. Tveir trolbátar partrola eftir upsa. Trolbátarnir koma væntandi inn at landa tíðliga og miðskeiðis í hesi vikuni.
Tvey skip eru á garnaveiði. Eitt fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð. Hitt skipið fiskar havtasku og kemur helst inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.