Fleiri søkja um jólahjálp afturat

Talið á umsóknum um jólahjálp frá Í Menniskjum Góður tokki, veksur

Hóast umsóknafreistin er farin, fær Í Menniskjum Góður Tokki framvegis umsóknir um jólahjálp.

 

Tá ið umsóknarfreistin var farin leygardagin á miðdegi, høvdu tey fingið 261 umsóknir, sum er nógv minni enn undanfarin ár, tá ið talið á umsóknum plagdi at liggja um 400, og onkuntíð hava tær eisini verið omanfyri 500 í tali.

 

Men Djóni Eidesgaard í Barnabata, sum samskipar arbeiðið, sigur, at síðani eru fleiri umsóknir komnar afturat, og seinnapartin í gjár vóru tey komin upp á 295 umsóknir frá fátækum barnafamiljum, ið søktu um jólahjálp.

 

Hann sigur, at hóast umsóknirnar eru komnar eftir at freistin er farin, verða tær tiknar við, tá ið jólahjálpin verður latin.

 

Og málið hjá teimum er at viðgera umsóknirnar nú um dagarnar, so at jólahjálpin kann verða latin síðst í næstu viku.

 

Djóni Eidesgaard upplýsti nú ein dagin fyri Rás2, at nógv av teimum, sum hava søkt um jólahjálp í ár, eru familjur, sum hava søkt fyrr.

 

Av teimum, sum hava søkt í ár, eru tað bara hjá sløkum 20 prosentum, at hetta er fyrstu ferð, at tey søkja.

 

– Tað vísir seg, at eru fólk fyrst fangað í fátækadømi, er tað ringt at koma burtur úr tí aftur, segði Djóni Eidesgaard.

 

Í Menniskjum Góður Tokki letur jólahjálp til familjur við børnum upp til 18 ár, og sum eru so illa fyri fíggjarliga, at tey hava ikki ráð til at halda jól.