útlendingamálið
Tað hevur undrað fleiri, at VB varð fyrsta felagið, sum varð valt burtur úr teimum trimum, sum vórðu kannaði í samband við skrivið hjá VÍF viðvíkjandi útlendingum. Ikki minst tí tað gekk rímiliga lang tíð, frá teirri løtu, at VB varð kannað, til løgreglan ? mest sum í eini handavend - hugdi at loyvunum hjá leikarunum úr Neistanum og Stjørnuni.
Umframt skrivið frá VÍF, so hevur ljóðað, at VB eisini varð meldað fyri nýtsluna av útlendskum leikarum. Vit settu okkum mánadagin í samband við Lindu Hesselbjerg, sum ivaleyst man hava verið mest umrødda starvsfólkið hjá fútanum hesa seinastu vikuni, men hon kundi hvørki vátta ella avsanna, um hesi tíðindi vóru sonn.
- Tá talan er um konkretar málsviðgerðir, so fái eg ikki nevyt úttala meg um, hvat er farið fram. Tað einasta eg kann siga í hesum málinum er, at talan hevur verið um fleiri ávísingar, sigur Linda Hesselbjerg um málið.
Sostatt váttar hon ikki, at nakar beinleiðis hevur meldað VB, men hinvegin staðfestir hetta eisini, at tað ikki bert er skrivið frá VÍF, sum hevur ligið sum grund fyri kanningunum hjá løgregluni.
Annars sigur Linda Hesselbjerg, at orsøkin til, at løgreglan í løtuni ikki ger meira við málið er, at tey fyrst vilja hava boð um, hvat politiski viljin er í hesum.
- So leingi verandi lóggáva er galdandi á økinum, so mugu vit handla eftir hesari. Er vilji til at broyta tað politiskt, so handla vit sjálvandi eftir nýggjum reglum, tá hesar koma í gildi. Í hesum førinum hava vit kannað málini, og úrslitið av hesum arbeiði er lagt fyri útlendingastýrið. Meira enn tað er okkara leiklutur ikki, staðfestir Linda Hesselbjerg at enda.
Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so er nú eisini líkt til, at politisk stig verða tikin í málinum, og fram til tá fer løgreglan í øllum førum ikki víðari við málinum.











