- Vit hava fingið ógvuliga góðar afturmeldingar frá teimum, sum taka námsfrøðiútbúgvingina, sigur stjórin á Heilsuskúla Føroya.

Fleiri røktaraflokkar krevja fleiri pláss til starvsvenjing 

- Tað er eingin trupulleiki at finna pláss til starvsvenjing innan eldraøkið, og tað er heldur ikki trupult innan psykiatriska økið. Men, tað er trupult, tá heilsurøktaranæmingarnir skulu í starvsvenjing á sjúkrahúsunum, sigur stjórin á Heilsuskúla Føroya.

 

- Vit hava fingið ógvuliga góðar afturmeldingar frá teimum, sum taka námsfrøðiútbúgvingina, sigur stjórin á Heilsuskúla Føroya.

 

 

Vivie Kirke Davidsen, sum býr í Vági, er stjóri á Heilsuskúla Føroya, og tó at hon er lutfalsliga nýggj í starvinum, stórtrívist hon. Sum skúlastjóri undirvísir hon ikki, men hon tekur sær serliga av tí fíggjarliga og strategiska partinum, sum eru náttúrligar leiðsluuppgávur, eins og menning av skúlanum.

 

- Vit hava fantastiska góðar og dugnaligar lærarakreftir á skúlanum, og hetta eru fólk, sum eru roynd í leikum og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ikki minst hetta sum ger, at eg kann brúka mína tíð til tær uppgávur, sum eru náttúrligar leiðsluuppgávur og eisini kann arbeiða við menning.

 

Á Heilsuskúla Føroya taka tey heilsuhjálparar inn tvær ferðir um árið - í januar og august, og henda útbúgving varar í 15 mánaðir. Heilsurøktarar byrja í mars, og her tekur skúlin ein flokk inn um árið. Útbúgvingin hjá heilsurøktarum varar í 22 mánaðar, og henda útbúgving verður lokin í endanum av januar.

 

Vivie Kirke Davidsen heldur, at koronu-støðan hevði sína ávirkan á næmingatalið síðsta ár, men nú eru aftur fleiri næmingar. Flokkarnir eru tó ikki fullteknaðir og heilsuhjálparaflokkurin, sum byrjaði nú í august, hevur 14 næmingar. Skúlastjórin vísir á, at í heilsurøktaraflokkinum, sum byrjaði í mars, eru 21 næmingar. Hetta er tað, sum skúlin hevur pláss til av heilsurøktarum um árið - vegna tann trupulleika, sum er fløskuhálsurin við vantandi starvsvenjingarplássum.

 

- Vanliga eru heilsurøktaraflokkarnir betur mannaðir enn heilsuhjálparaflokkarnir, og hetta kemst ivaleyst av, at heilsurøktaraflokkurin hevur tilgongd úr tveimum undanfarnum hjálparaflokkum. 

 

Fyri einum ári síðan byrjaði eisini ein flokkur fyri námsfrøðihjálparar á Heilsuskúla Føroya. Her fekk skúilin 17 umsóknir, og 10 fólk møttu. Hetta er ein útbúgving, sum tekur tvey ár. Fyrst er ástøði í 27 vikur á skúlanum, og síðan fara næmingar 18 vikur í starvsvenjing í barnagørðum og frítíðarskúlum. Eftir tíðina í starvsvenjing er aftur ástøði á skúlanum í 12 vikur. Síðan verður farið út aftur í starvsvenjing í 20 vikur, og tá er starvsvenjingin innan serøkið. Eftir starvsvenjingina innan serøkið er aftur ástøði í 10 vikur, og tá vit so eru komin út í mai annað árið eftir byrjan, taka næmingarnir prógv sum námsfrøðihjálparar.

 

- Vit hava fingið ógvuliga góðar afturmeldingar frá teimum, sum taka námsfrøðiútbúgvingina. Næmingarnir hava verið væl nøgdir við ástøðið og starvsvenjingina, leggur skúlastjórin aftrat.

 

Vivie Kirke Davidsen endurtekur, at stóri trupulleikin hjá Heilsuskúla Føroya er at finna pláss til starvsvenjing hjá teimum, sum lesa til heilsurøktara. Tað eru plássini til starvsvenjing á sjúkrahúsunum, sum eru ov fá, tí her skulu eisini tey, sum lesar sjúkrarøktarfrøði, í starvsvenjing.

 

Skúlastjórin vísir á, at skuldu tveir heilsurøktaraflokkar verið tiknir inn um árið, sum ofta hevur verið róð uppundir, hevði verið neyðugt at tikið upp spurningin um starvsvenjing. Hetta er tó ikki størsti trupulleikin, tí heldur eigur dentur at verða lagdur á at fasthalda útbúgvin fólk á økinum, og at fokusera upp á at draga fleiri fólk til økið.

 

- Tað er eingin trupulleiki at finna pláss til starvsvenjing innan eldraøkið, og tað er heldur ikki serliga trupult innan psykiatriska økið. Hetta kann tó blíva ein trupulleiki, um vit skulu taka tveir flokkar inn um árið, sigur skúlastjórin, sum vísir á, at tað er onnur starvsvenjingin í útbúgvingini hjá heilsurøktarum, sum er tann stóri trupulleikin, tí tá skulu næmingarnir í starvsvenjing á sjúkrahúsunum.

 

Sjúkrahúsini skulu hava sínar vegleiðarar til næmingarnar, og tað ber sjálvsagt ikki til at hava eitt óavmarkað tal av næmingum á somu deildum. Neyðugt er sjálvsagt, at tað er kvalitetur aftan fyri plássini til starvsvenjing. Skúlastjórin sigur, at næmingarnir, sum lesa til røktara, velja sjálvir, hvar teir vilja fara innan fyri tey plássini, sum eru tøk, men tað ber sjálvsagt ikki altíð til at ganga ynskjunum hjá øllum á møti. 

 

- Haraftrat ynskir skúlin, at næmingar koma í starvsvenjing á plássum, har tey ikki frammanundan eru kend. Hetta er meira mennandi fyri tey persónliga, sigur skúlastjórin á Heilsuskúla Føroya, Vivie Kirke Davidsen.

 

- Vit hava fingið ógvuliga góðar afturmeldingar frá teimum, sum taka námsfrøðiútbúgvingina, sigur stjórin á Heilsuskúla Føroya.