Fleiri rættindi til brúkaran

Brúkarasamtakið ynskir millum annað møguleika fyri at føra sakarmál í bólki, og at tað almenna skal hava ganga á odda við einum tilvitaðum innkeypspolitikki. Hetta sigur Petur Í Gong, formaður í samtakinum.

Brúkarasamtakið hevur seinasta hálva árið tikið lut í arbeiðinum at dagføra Kappingarlógina.
Í hesum sambandi sigur Petur í Gong, formaður í felagnum millum annað, at tað almenna eigur at hava ein tilvitaðan innkeypspolitikk, har vit sum samfelag vísa hvørja støðu vit hava til viðurskifti av etiskum, samfelagsligum, heilsuligum og umhvørvisligum slagi.
- Meðan vinnan fyrst og fremst vil tryggja sær, at tað almenna ikki setur kappingina til viks, hugsar Brúkarasamtakið meira um ein almennan innkeypspolitikk. At tað almenna sum stórbrúkari kann vera við til, gjøgnum síni innkeyp, at gera vørur, ið annars ikki eru so atkomuligar, meira atkomuligar hjá vanliga brúkaranum, sigur Petur í Gong. Sum dømi um slíkar vørur nevnir hann vistfrøðiligar vørur, svana- ella ES blómu-merktar vørur, FSC-merkt timbur, sólfangarar og líknandi.
- Tað er heilt greitt, at Føroyar onga støðu hevur til ein hóp av málum. Innkeyp er eitt av teimum.
Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður av umboðum fyri vinnuna, brúkaran, kappingarmyndugleikan og Vinnumálaráðið, er samdur um, at tað almenna eigur hava ein tílíkan innkeypspolitikk, men raðfestingin av grundgevingunum er sjálvsagt ikki tann sama hjá øllum.

Brúkarar fylkjast
Brúkarasamtakið er serliga nøgt við, at hald skal leggjast á vinningin, ið kann staðfestast av, at fyritøkur ikki halda seg til Kappingarlógina.
Samtakið metir kortini ikki, at henda áseting einsamøll kann tryggja brúkaran ímóti órætti. Til hetta krevst møguleikin fyri at føra sakarmál í bólki. Her mælir hann til, at eitt nú ein brúkaramyndugleiki fær rætt til at føra endurgjaldskrav fyri allar teir brúkarar, ið ikki greitt bera seg undan.
- Annað gevur ikki meining, sigur hann, og tekur fram dømið um bakararnar á sinni.
- Vit kunnu ímynda okkum, at teir brúkarar, ið hava goldið ov nógv fyri breyðið, ætla at stevna. Teir vilja hava endurgjald fyri tað, ið teir hava goldið ov nógv. Sum er, má hetta gerast á tann hátt, at ein stevning skal stovnast fyri hvønn einstakan brúkara, og at hesir brúkarar hvør í sínum lagi ger upp og skjalprógvar sín miss. Ein vónleys uppgáva, ið ikki gevur nakra serliga meining. Tí nýtist ongum vinnurekandi at vera bangin fyri nøkrum endurgjaldskravi frá brúkaranum, ið sostatt verður tann, ið má bera kostnaðin, sigur hann.

Gott samstarv
Um arbeiðið við at dagføra kappingarlógina sigur Petur í Gong, at tað hevur gingið sera væl, og at bólkurin hevur verið samdur um flestu lutirnir í nýggja uppskotinum.
- Í nýggju Kappingarlógini, er atlitið til brúkaran tikið við longu í fyrstu greinini, eins og øll lógin leggur upp til eina nógv betur skipaða kapping. Millum annað tá tað snýr seg um samanleggingar og avtalur millum fyritøkur.
Eisini vísir hann á, at uppskotið er ikki nakar endaligur sannleiki, ið megnar at standa í allar ævir.
- Men samanumtikið eru vit í Brúkarasamtakinum sannførd um, at nýggja Kappingarlógin, um hon verður samtykt, fer at skapa eina meira virkna kapping, og harvið eina nógv størri gagnnýtslu av okkara tilfeingi, sigur hann.