Fleiri ráðharrar hjá Karzai vrakaðir

Í Afghanistan hevur tjóðartingið vrakað meiri enn helvtina av ráðharrunum, sum Hamid Karzai, forseti, ætlaði at manna stjórnina við. Millum teir vrakaðu er fyrrverandi krígsharrin Ismail Khan.

Karzai hevði biðið tjóðartingið góðkenna 24 ráðharraevni, men tey flestu vórðu vrakað, skrivar Reuters. Millum tey vrakaðu var Husn Bano Ghazanfar, sum var ætlað at umsita kvinnumál.

Karzai, forseti, ætlar at varðveita ellivu ráðharrar frá undanfarnu stjórnini.