12 fleiri persónbilar eru skrásettir í apríl í ár í mun til apríl í fjør, og tað er eisini munurin fyrstu fýra mánaðirnar.
134 persónbilar vórðu skrásettir í apríl mánað í ár móti 122 í apríl 2013. Ein munur á 12 bilar.
Og júst 12 persónbilar er munurin millum fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør. Í januar til apríl 2014 vórðu 440 persónbilar skrásettir, meðan talið somu tíð í 2013 vóru 428 bilar.
Samlaðu skrásettu akførini januar til apríl í 2014 var 580 móti 547 somu tíð í 2013.