Fleiri pengar enn uppgávur?

Eingin noktar nøkrum eina javningarskipan, ið tryggjar øllum landsins borgarum javnbjóðis lógarbundnar veitingar, eitt nú góðan fólkaskúla. Tvørturímóti vísa vit í verki, hvussu framtíðin skal tryggjast, og at tey fáa góðar karmar, sum skulu bera fólkapensjónir og rakstur av ellis- og røktarheimum. Missa vit ungdómin, missa vit alt!

Vit í Tórshavnar kommunu eru og hava altíð verið til reiðar at taka yvir kommunalar uppgávur, sum landið røkir, men hetta skal gerast á skipaðan hátt, har ábyrgd og gjald fylgist. Soleiðis er eisini, tá vit tosa um ellis- og røktarheim í Suðurstreymoy.

 

At Asbjørn Djurhuus og tey í Sundalagnum ikki hava fyri neyðini at gera íløgur í vinnuna, kunnu vit frøast um, tí so mikið meira er til annað. Sjálvur er hann ein vitugur vinnulívsmaður og góður útgerðarmaður, tað eg veit um. Eisini er hann góður formaður fyri Føroyar Kommunufelag.

 

Men at vit sum kommunalpolitikarar ikki hava somu avbjóðingar, sæst týðiliga av hansara skriving. Asbjørn eigur at skilja, at tað kostar at skapa karmar fyri arbeiðsplássum, og kanska er tað tí soleiðis, at Asbjørn hevur pengar at javna við, tá hann sleppur so lætt við vinnuligum íløgum?

 

Eg eri ikki blindur fyri øllum hansara borgarum, sum dagliga koma til Havnar at vinna fyri dagligt breyð, og Asbjørn skal vita, at vit dagliga gleðast um at samstarva við øll hesi. Men samstundis harmist eg, um hetta samstarv skal fáa eitt skot fyri bógvin.

 

Mørkin í Streymnesi er eitt valaverk, sum fólk har norðuri sjálvandi eru fegin um. Men tað ber bara ikki til hjá okkum, sum ikki hava pengar til hesa landsupggávu. Spell, at Asbjørn breggjar sær av at hava loyst landið frá síni uppgávu at byggja og reka ellis- og røktaheim, tí hetta gerst bara, tá ein hevur fleiri pengar enn uppgávur.

 

Góði Asbjørn! Lat ongan iva vera um, at uppgávuna at byggja ellis- og røktarheim eigur landsstýrið, so leingi henda ikki er latin kommununum. At tú og tínir menn hava avlagað hesa skipan, fái eg ikki róst tær fyri, tí eftir sita vit, sum ikki røkka hesum við at taka frá øðrum kommunalum økjum.

 

Nú tú dregur Tórshavnar havn upp í hetta málið, kundi eg hugsað mær at spurt, hvussu stóran bíðilista tit hava til bátapláss í Sunda kommunu! Vit hava umleið 600 á bíðilista! Og hvussu nógv taka tit í árligum havnargjaldi frá eitt nú einum 27 fót báti? Hjá okkum er gjaldið smáar 5.000 krónur.

 

Jú, javning kann vera, men so skal tað vera við skili, tí tað kostar at reka eina kommunu. Viðhvørt ljóðar tað, sum hava summi fingið ta fatan, at tað er ókeypis at reka Tórshavnar kommunu og at hon kemur sovandi til tað heila. Einki kundi verið skeivari enn tað!

 

Vit í Tórshavnar kommunu gera alt fyri at finna tær 45 milliónir krónurnar, ið er okkara íløgupartur av ætlaða ellis- og røktarheiminum Yviri við Strond. Høvdu tú og tíni í sóknastýrinum latið landið røkt sínar uppgávur og vit okkara, høvdu vit kanska øll verið komin longur á eldraøkinum!