Fleiri partrolarar við upsa

Upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur, men skipini fara og koma, og tað ger mun, har fiskurin kemur til virkingar. Í dag landar Sjagaklettur í Hvalba. Sjagaklettur, sum upprunaliga er lemmatrolari, partrolar nú saman við Vesturleika, sum landar í Sørvági í dag.

Skipini hava umleið 210.000 pund av upsa tilsamans.

Í gjár landaðu partrolararnir Breiðanes og Hamranes umleið 210.000 pund í Hvalba.

Tríggir ísfiskatrolarar landaðu eisini í Sørvági í gjár.

Vesturskin og Vesturvarði, sum komu aftur av túri leygardagin, høvdu umleið 150.000 pund tilsamans og Vesturtúgvan, sum partrolar saman við Grønanesi, landaði 105.000 pund í Sørvági.

Grønanes landaði í Vestmanna í gjár, og teir høvdu umleið 100.000 pund.

At kalla øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er framvegis smáligur, men fiskurin ger mun, har hann kemur til virkingar.