Fleiri parkeringspláss í Havnini

Innan fáar vikur verður í høvuðsstaðnum meira rúm at seta bilin frá sær í. Tórshavnar Kommuna hevur tikið avgerð um, at parkeringspláss skulu gerast á Skálatrøð, har reingerings- og strikuliðið í kommununi heldur til. Tá alt er tikið niður, skúrar og annað, verða eini 50 parkeringspláss afturat á Skálatrøð.
- Trýstið á parkering veksur so skjótt í Havnini, og tað er ringt at vita, hvussu stórur tørvurin fer at verða um fimm ár. Men nýggja parkeringsøkið á Skálatrøð fer at lætta um trýstið, sigur Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar Kommunu.
Reingerings- og strikuliðið í Tórshavnar Kommunu verða tískil flutt, og skulu tey í framtíðini halda til í eini høll uppi í grótbrotinum, sum er undir Varða.
Arbeitt verður eisini við at gera eitt parkeringpláss aftanfyri løgreglustøðina, og fer hetta arbeiðið at verða liðugt í summar. Harumframt fer Tórshavnar Kommuna at økja um parkeringsmøguleikarnar við at gera parkeringøkið uppi í brekkuni beint undir Kagganum. Hetta økið verður klárt í november.
Arbeiðið hjá kommununi fer at geva fólki upp til 150 parkeringpláss afturat, sum øll liggja tætt við býin.