Ófriðurin í Stockholm seinastu vikuna skal takast í størsta álvara. Og tað er skeivt bert at geva einum miseydnaðum innflytarapolitikki ella bólkum av kriminellum skyldina fyri ófriðin.
Tað heldur Jens Sjølander, sum er politologur og arbeiðir á lærda háskúlanum í Malmø.
Í fleri dagar hava fólk gjørt herverk, sett eld á bilar og bygningar og kastað við steinum eftir løgregluni. Um vikuskiftið var heldur friðarligari í Stockholm, enn tað var í farnu viku.
- Vit eiga at taka ófriðin í størsta álvara, tí hetta er ikki bert tekin um miseydnaðan integratiónspolitikk ella ung kriminell, sum gera um seg. Sum í fleiri øðrum europeiskum londum hava vit størt ungdómsarbeiðsloysi, og vit hava eitt heilt ættarlið, sum hevur trupult við at finna arbeiði og fáa egnan búðstað, sigur Jens Sjølander við DR.
Ófriðurin hevur serliga verið í Husby, sum verður roknað sum eitt sosialt tyngt øki við nógvum innflytarum, men leygarnáttina var eldur settur á 22 bilar í býnum Åkersberga, sum skal eitast at verða eitt øki, ið er væl fyri.
At ófriðurin breiðir seg landafrøðiliga og sosialt gevur ábendingar um, at tað ikki bert ein einstøk orsøk til ófriðin, heldur Jens Sjølander.
- Tað er vaksandi misnøgd við, at munurin á samfelagsbólkunum er blivin størri. Men tað er trupult at svara spurninginum um, hví ófriðurin kemur júst nú, og hví tað er júst í Husby, sigur hann.










