Tað vóru einar kavaklæddar Føroyar, ið fólk vaknaðu til í morgun, tá tey skuldu til arbeiðis. Tað tóktist at hava tikið nakrar bilførarar á bóli, tí hóast føroyskir miðlar í fleiri dagar hava boðað frá, at kavin var á veg, so vóru fleiri ferðsluóhapp í morgunferðsluni.
Løgreglan hevur eisini havt úr at gera við bilførarum, ið eru endaðir í óhepnum støðum í kavanum.
- Eitt ferðsluóhapp var við Streymnes í morgun, har tveir bilar rendu frontalt saman, tí eini bilurin fór á glið. Eingin mannskaði stóðst av óhappinum.
- Fyrr í morgun fingu vit eisini tríggjar fráboðanir um at bilar eru farnir út av vegnum í strekkinum millum Skálafjørð og Skipanes, og fyri løtu síðani kom ein fráboðan um, at ein bilførari misti tamarhaldi í hálkuni og rendi inn í reyvina á einum øðrum bili. Annars eru tað fleiri bilar, ið standa fastir kring landið, verður upplýst av løgreglustøðini.
At fleiri bilar eru farnir av vegnum vísa eisini myndirnar undir greinini, ið ein av okkara lesarum hevur sent okkum.
Hóast veðrið er batnað nógv síðani í morgun, so ávarar Landsverk enn bilførarar um, at kavi er um alt landið, og heitir á bilførarar um at koyra varliga.