Alsamt fleiri lesandi koma út aftur úr próvtøkuhølinum við einum 12-tali. 12-tølini eru nú so nógv á teimum hægri lærustovnunum, at danska útbúgvingar- og granskingarmálaráðið seinni í ár fer at taka støðu til, hvørji átøk skulu setast í verk.
Próvtalsstigin, sum verður kallaður 7-talsstigin, kom í gildi í Danmark fyri 11 árum síðani. Í nýggari kanning, sum er liður í eftirmeting av próvtalsstiganum, eru próvtølini í fólkaskúlunum, miðnámsskúlunum og hægri lærustovnunum í Danmark skrásett. Tølini vísa greitt, at tað verða alsamt fleiri 12-tøl givin til próvtøkur á teimum hægri læriustovnunum.
Samstundis er tað einki í eftirmetingini, sum bendir á, at tey lesandi, sum sleppa inn á hægri lærustovnar, eru blivin dugnaligari. Heldur tvørturímóti. Tað skrivar uniavisen.dk, sum vísir á, at í eftirmetingini stendur, at tey seinastu 10 árini eru fleiri og fleiri lesandi, sum ikki hava staðið seg so væl í miðnámsskúlanum, sloppin inn á hægri lærustovnar.
Próvtølini, sum eru givin, síðani nýggi próvtalsstigin varð settur í gildi í Danmark, hava ikki verið eins og próvtalsnevndin, ið gjørdi nýggja stigan, hevði væntað.
Umframt at 12-tølini verða givin nógv oftari enn roknað varð við, verða alt ov fá 4-tøl givin, stendur í eftirmetingini.
Á bachelorútbúgvingunum verða flest 12-tøl givin á Roskilde Universitet, RUC. Flestu 12-tølini á kandidatútbúgvingunum verða givin á Danmarks Tekniske Universitet, DTU, vísir eftirmetingin.
Serliga á kandidatútbúgvingunum verða so nógv 12-tøl og 10-tøl givin til próvtøkurnar, at tað kann vera ein trupulleiki, verður sagt í eftirmetingini, sum eisini vísir, at í 2016 vóru 21 prosent av próvtølunum á hægri lærustovnunum 12-tøl. Í 2007 var talan um 14 prosent.
Ætlanin er, at øll eftirmetingin av 7-talsstiganum verður liðug í heyst, og tá fer danska stjórnin at taka støðu til, hvørji átøk eru neyðug, skrivar uniavisen.dk.