Oljufyrisitingin hevur í ár latið trý nýggj forkanningarloyvi, soleiðis at tað í løtuni eru tilsamans 9 kanningarloyvi til útlendskar fyritøkur á føroyskum øki.
Her er talan um kanningar í sambandi við eina komandi oljuleiting við Føroyar. Tey trý nýggju loyvini eru latin til Veritas DGC Lmt við heimstaði í Bretlandi, síðani til Amerada Hess eisini í Bretlandi og norska felagið Surface Geochemical Services AS. Hetta síðsta felagið gjørdi sera áhugaverdar botnkanningar á føroyaleiðini í fjør.
Hini feløgini, sum hava forkanningarloyvi, eru: Saga Petroleum, Noreg, PGS Reservoir AS, Noregi, Geco Prakla, Bretland, Arco Faroes Lmt. USA, Shell í Bretlandi og Oilserarch í Bretlandi.
Í fleiri førum er talan um seismiskar kannningar, men tað snýr seg eisini um kanningar á landi av eitt nú gróti og undirlendinum. Somuleiðis leiting eftir oljublettum á havyvirflatuni.