- Táið hetta er samtykt, eru vit komin rættiliga væl áleiðis við okkara ókeypis bussleið.
Tað staðfesti Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
Í gjár samtykti Klaksvíkar Býráð nevniliga at víðka ókeypis bussleiðina hjá kommununi, soleiðis at hon eisini umfatar Árnafjørð. Sostatt eru bæði Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri, umfataðar av ókeypis bussleiðini hjá Klaksvíkar Kommunu.
Ein bussur skal keypast til endamálið, og sostatt fer Bussleiðin í Klaksvík at hava tríggjar bussar, har tann eini bussurin skal røkja tey trý smáplássini, og koyringin til Árnafjarðar byrjar 1. august.
Árnfirðingar fáa 11 túrar um dagin, akkurát sum tey á Norðoyri og tey í Ánunum. Samstundis verður serliga skúlakoyringin strikað, tí ætlanin er, at skúlabørnini skulu koyra við bussleiðini.
Hetta fer at kosta kommununi góðar 200.000 krónur afturat, men tað verður fíggjað við at skúlabarnaflutningurin til og úr Árnafirði, verður niðurlagdur. Men næsta ár fer bussleiðin í Klaksvík sostatt at kosta 3,7 milliónir krónur.
Annars heittu býráðslimir á býráðið um at gera meiri burtur úr skelting í sambandi við bussleiðina, har lýst verður við ferðaætlanina. Og býráðslimir heittu eisini á býráðið um at seta fleiri busskýli upp, so at fólk kundu standa undir taki og kroka ímeðan tey bíða eftir bussi.
Annars varð bussleiðin í Klaksvík sett á stovn í 2014 við eini royndartíð, sum skuldi enda á nýggjárinum. Men nú hevur býráðið samstundis eisini samtykt at leingja royndartíðina til á nýggjárinum 2019.
Tað fer at geva býráðnum betri stundir til at bjóða koyringina út og at meta um, hvussu nógv fólk fer at brúka Bussleiðina og í tí sambandi hevur kommunan nú útvegað bussunum ferðafólkateljarar.
Atli Justinussen, býráðslimur, sum sjálvur er árnfirðingur, sigur, at hetta er ein veldug tænasta til árnfirðingar.