Fleiri nýggir vinnarar

Ríðing: Spennandi kapping undir Kráarheyggi endaði við fleiri nýggjum vinnarum

Onnur uttandura Topp Ross kappingin var leygardagin undir Kráarheyggi. Kappingarnar vóru í flestu førum sera javnar og spennandi, og ofta vóru bara desimalar á muni millum rossini, skrivar Ríðisambandið.

Í fjórgongd vann Kristfríð Dam Jacobsen á Verandi. Tey bæði vunnu mest upp á at vera støðug í teirra avrikum, har onnur svingaðu meira í úrslitinum. Beint aftanfyri tey á einum deildum øðrum plássið vóru Esther Dahl á Heygum á Vorboða, og Valborg Laksafoss á Kamillu. Esther Dahl á Heygum er eitt av ungu stjørnuskotunum innan ríðing, hóast bara 13 ára gomul, kappast hon á jøvnum føti við teimum vaksnu.

Fimmgongdina vann Valborg Laksafoss á Tórey. Tórey vann eisini hesa greinina seinastu kapping, men tá var tað við Knút Lútzen á bakið. Nummar tvey gjørdist Heri Dahl á Stígur, og nummar trý var Ragnheiður Dam á Viðalin Viðir.

T1 Tøltfinaluna var eisini vunnin av Kristfríð Dam Jacobsen og Verandi, men hetta var í harðari kapping við heili trý onnur ross, Strák við Regin Johannessen á bakið, Amor og Leif Berg og Huga við Ragnheiður Dam á bakið. Øll rossini í finaluni vóru so tøtt, at tað bara skuldi eitt lítið mistak til fyri at missa plaseringar.

Óluva á Lofti og Kopar vunnu V5, Esther Dahl á Heygum og Vorboði sigraðu í T2 meðan Helena Dahl Thomsen og Elska vunnu í T7.