Tilsamans vóru 223 nýggj akfør innflutt í desembur í ár í mun til 181 í desembur mánað í fjør. Hetta er ein vøkstur á 42 akfør.
Men hyggja vit eftir tølunum fyri alt árið í ár í mun til 2019, so er talið av nýggjum, innfluttum bilum framvegis lægri, enn tað var í fjør.
Í 2019 innfluttu vit 3134 nýggj akfør, meðan vit í ár hava innflutt 2921 nýggj akfør til landið. Tað svarar til eina lækking í innflutninginum av nýggjum akførum á 6,8%, stendur at lesa í yvirliti, sum Akstovan hevur almannakunngjørt í dag.