Fleiri muslimsk lond banna kvinnum at fjala andlitið

Tunesia: Burka og niqab hoyra ikki heima í Norður- og Vesturafrika.

Tað eru boðini, sum eru at frætta frá fleiri muslimskum londum í Afrika, sum seiansta árið hava bannað ella sett í gildi avmarkingar fyri islamskum klædnabúnum, sum fjala andlitið hjá kvinnum.

Nú hevur eisini Tunesia givið boð um bann ímóti niqab í almennum bygningum, skrivar Kristeligt Dagblad.

Tað hendir, eftir at landið er rakt av tí triðja sjálvmorðsálopinum upp á tvær vikur, tá ein maður varð skotin av løgregluni undir eini roynd at spreingja seg sjálvan í luftina í útjaðaranum av Tunis.

Tunesia er harvið triðja muslimska landið í Norðurafrika, sum hevur avgjørt at seta í gildi avmarkingar fyri útbreiðsluna av klædnabúnanum, sum ikki er siðbundin í landinum.

/ritzau/