Fleiri muslimar í kirkju á jólum

Muslimskir næmingar luttaka í stórum tali við jólagudstænastur og onnur kirkjulig tiltøk bæði í donskum skúlum og í kirkjum. ? Smædnið hjá muslimunum mótvegis kristindóminum er vorðið minni, staðfestir ein granskari.

Tá klokkurnar hesi jólini hava ringt til jólagudstænastu ella jólahald í donsku fólkakirkjuni, eru tað ikki longur bert etnisk donsk børn, sum fylla kirkjubeinkirnar. Alsamt fleiri børn av øðrum etniskum uppruna, eisini muslimar fylgja nevniliga floksfelagum sínum, tá farið verður í lokalu kirkjuna í desember mánaði.

Danska blaðið Kristelig Dagblad ringdi til 20 prestar kring alt Danmark, og siga 19 teirra at muslimsk børn luttaka við tiltøkini, sum teir fyriskipa undan jólum.

- Tað koma hópurin av muslimskum børnum til okkara tiltøk. Eg haldi, at hetta er vorðið meiri vanligt, samstundis sum tað eru komnir fleiri og fleiri muslimar til Danmarkar. Eg haldi eisini, at tað er størri opinleiki mótvegis muslimum í fólkakirkjuni. Teir eru hjartaliga vælkomnir, sigur sóknarpresturin Paul Kofoed Christiansen í Roskilde Domkirke.

- Vit síggja, at í dag koma fleiri muslimsk børn í kirkju enn fyri 5-6 árum síðani. Hetta er ein týðilig gongd, hóast ikki allir teir muslimsku næmingarnir í flokkinum møta, sigur Esben Andersen, sum er prestur í Brabrand Kirke í Århus.