Hetta vikuskiftið hevur løgreglan kanna fleiri bilar og ein avleiðing av tí er, at koyrikortið hjá fleiri bilførarum er í vanda.
Sum tað sæst í aðrari grein, hevur løgreglan havt út at gera hetta vikuskiftið og tað hevur eisini merkt ferðsluna.
Í Kaldbaksbotni og aðrastaðni svar løgreglan í fleiri umførum um vikuskiftið og máldi, hvussu skjótt bilar koyrdu ymsastaðni. Í tí sambandi varð ein tikin, sum koyrdi 124 km um tíman, ein varð tikin fyri at koyra 117, ein koyrdi 115 og ein 110, so teir mugu allir fýra nú taka koyrikortið av nýggjum.
Somuleiðis eru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning og hann má so eisini upp til nýggja koyriroynd.
Annars fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at yvirhála beint við bergholið í Kaldbaksbotni, har tað annars ikki er loyvt av yvirhála.