Í frágreiðingini frá landslæknanum sæst, at javnvágin nærkast ímillum kynini, hvat viðvíkur sterilisatiónum.
Tað tykist sum at alt fleiri menn og alt færri kvinnur søkja um sterilisation. Frágreiðingin frá landslæknanum vísir nevniliga tølini yvir umsóknir um sterilisatiónir, sum hava fingið játtandi svar.
Tað sæst á øllum brøgdum, at stór broyting er komin í sterilisatiónsvanarnar. Frá 1994 til 2003 eru tølini fyri kvinnuligar og mannligar umsøkjarar, ið fáa játtan til sterilisatión, ávíkavist minkað og vaksin.
Í 1994 var munurin sera stórur, við bert 8 mannligum játtanum og heili 59 kvinnuligum.
Í 2003 vóru tølini tó broytt til, at 21 menn og 39 kvinnur fingu ja, tá tey søktu.
Í 1994 vóru tað sostatt heili 51 fleiri kvinnur enn menn sum søktu, meðan talið í 2003 er útjavnað til bert at vera 18 fleiri kvinnur.
Hini norðurlondini
Føroyar eru tó ikki nakað eindømi við hesi broyting í tølunum, tí gongdin í hinum norðurlondunum tykist vera tann sama. Bæði í Danmark, Finlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki eru tølini stútt vaksandi fyri menn, meðan tey fyri kvinnur eru alsamt minkandi.
Einastu undantøkini eru Grønland og Áland, har tølini fyri bæði kynini eru vaksandi, vísir ársfrágreiðingin hjá landslæknanum.
Hví gongdin er broytt so munandi, er ilt at gita um.
eys