Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan fleiri fráboðanir úr Miðvági um, at ein maður gekk og hótti fólk við eini øks, umframt at hann eisini legðist á bilar.
Av tí at talan bleiv um fleiri fráboðanir, bleiv skjótt greitt, at talan var um nakað álvarligt.
Tá politiið kom á staðið, vísti tað seg eisini, at tað tók sína tíð at fáa tamarhald á støðuni, tí maðurin var so óður í sær, og millum annað legðist hann á politibilin.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, greiddi soleiðis frá á Rás 2.
Eingin persónur fekk skaða í hendingi.