Tríggjar manningar hava megnað at verið fystar á mál í øllum fimm FM róðrunum, sum hava verið í summar. Tær eru dreingirnir við Sílinum, kvinnurnar við Sílinum og 8-mannafarið Heiðabáturin. Hesar tríggjar manningarnar hava møguleika til seinnapartin at tryggja sær FM heitið.
Um sigursharrarnir higartil eisini fara at vinna í dag, so kunnu tað framvegis fara at verða evarska smáir matematiskir møguleikar fyri, at hesar manningarnir skulu kiksa í FM kappingini, men í veruleikanum verður gullið tryggjað í dag.
Jarnbardur, sum hevur mist eitt stig, hevur besta møguleika av øllum longu í dag at tryggja sær FM. Tað hava tær, tí luttøkutalið er so lágt, at tær longu undan ólavsøkuróðrinum eiga trygd fyri fýra stigum.
Stórur spenningur erv í kappingini millum gentubátarnar, 6-mannaførini við monnum og ikki minst 10-mannaførini, har Ormurin er eitt stig frammanfyri Havnarbátin. Eftir fleiri manningarlig óhapp søgdu teir á Havnarbátinum fyri viku síðani, at nú vóru teir so væl fyri, sum tað ber til, og at teir nú fegnaðust um, at spenningurin um FM varð varðveittur inntil á ólavsøku.
Dreingir
Sílið 35
Havfrúgvin 29
Junkarin 26
6-mannafør kvinnur
Jarnbardur 34
Gongurólvur 30
5-mannafør gentur
Drekin 33
Hvassi 32
5-mannafør kvinnur
Sílið 35
Frúgvin 30
6-mannafør menn
Sundabáturin 33
Tvørabáturin 28
Riddarin 28
8-mannafør
Heiðabáturin 35
Árnfirðingur 28
Argjabáturin 27
10-mannafør
Ormurin 33
Havnarbáturin 32