Seinastu vikurnar hevur miðverjan verið mannað við Marna Djurhuus og Sorin Anghel, sum hava riggað framúr. Sorin noyddist tó skaddur av vøllinum, tá EB/Streymur um hvítusunnuna vann á B71, og tað er ivasamt, um hann er til reiðar at spæla um vikuskiftið.
Møguleiki er tó fyri, at Egil á Bø nú aftur er tøkur, eftir at hann hevur verið skaddur, men tað er ikki heilt víst. Ein annar spælari, sum eisini hevur verið nýttur í miðverjuni, er Fróði Clementsen, men hann hevur drigist við skaða í lærkrikanum, og er tí ivasamur.
Hinvegin eru eisini positivir trupulleikar hjá Sigfríði Clementsen at hugsa um, tí ungverski Marcel er nú aftur á klettunum, eftir at hann hevur verið burturstaddur av persónligum ávum.
Hjá ÍF er Bartal Eliasen leikbannaður eftir nógv umrøddu avgerðina, sum honum var fyri. Hinvegin eru bæði Balazs Sinko og Alexander Jovevic nú aftur tøkir, eftir at teir hava sitið leikbann av sær.










