Fleiri mans løgdu á ein annan mann – og bardu hann av

Tað er ikki óhugsandi, at harðskapurin varð tikin upp, sigur løgreglan

Tíðliga í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál, har ein maður varð vorðin avbardur. Løgreglan sigur, at fleiri mans løgdu á ein mann og hølvaði hann av, so hann allarhelst hevur brotið síðina umframt at hann fekk aðrar snuddir. Hann fór til lækna til kanningar og skal til lækna eina ferð afturat fyri at skjalprógva snuddirnar hann fekk.

 

Løgreglan veit ikki, hví harðskapsmenninir lupu á hendan eina mannin, men sum tað sær út nú, sær hetta nokk so tilvildarligt út, sigur løgregglan.

 

Tey vita, hvørjir harðskapsmenninir eru og fyribils eru fýra mans skuldsettir fyri harðskap. Men løgreglan skal tosa við fleiri fólk afturat fyri at lýsa málið so enn er ikki heilt greitt, hvat endaliga úrslitið verður.

 

Løgreglan sigur, at tað er heldur ikki óhugsandi, at harðskapurin varð tikin upp á video og í hesum sambandi hevur løgreglan tiki fýra fartelefonir, sum skulu kannast. Er harðskapurin tikin upp, eru tað skerpandi umstøður, serliga um videobrotið er sent øðrum.

 

Løgreglan hevur eisini fingið tvær aðrar fráboðanir um harðskap, men tey málini veit løgreglan einki um, tí tey skulu eisini kannast gjølligari.