Fleiri mótmælisfólk tikin í Moskva

Løgreglan í Moskva tók fleiri fólk, tá andstøðufólk í túsundatali komu saman í miðbýnum í dag at mótmæla Vladimir Putin, forsætisráðharra og úrslitinum av forsetavalinum fyri einari viku síðani, sum Putin vann.

Myndugleikarnir høvdu fyrireikað seg væl til mótmælistiltakið. Løgreglan var sera mannsterk, og hon hevði sett vegabyrgingar upp við fleiri gøtur.

Tað er ikki greitt, hvussu mong mótmælisfólk vórðu tikin, ella um nakar fekk skaða í samanbrestum millum mótmælisfólk og løgreglumenn.

Býarmyndugleikarnir í Moskva høvdu givið fyrireikarunum loyvi til at savna í mesta lagi 50.000 fólk til mótmælistiltakið í dag. Einki verður sagt um, hvussu mong komu.